Grava aftur á Akursmørk

Grava aftur á Akursmørk
Í Klaksvík grevur maskinan nú aftur á Akursmørk, har Klaksvíkar Kommuna ætlar at gera lund.
 
03.05.2018 - 11:12

Tjóðsavnið steðgaði mánadagin arbeiðnum við at grava býarlundina á Akursmørk, tí Klaksvíkar kommuna við útgrevstrinum fyri lundini, hevur gjørt seg inn á kanska elstu búsetingina í Klaksvík, segði stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, við útvarpið mánadagin.

Umboð fyri Tjóðsavnið eru á staðnum, meðan grivið verður, og tað verður grivið uppaftur, sum varð lagt í aftur holið, sigur Kristian Eli Zachariassen, formaður í býarskipanarnevndi í Klaksvíkar Kommunu.

- Teir komandi dagarnar verður tað ikki [arbeitt, red.] við fullari ferð, tí nú skal man líka taka tað róligt akkurát í hasum økinum, sum man er, so man ikki ger størri skaða, og tað er sjálvsagt í samráð við Tjóðsavnið, sigur Kristian Eli Zachariasen. 

Ætlanin var, at sjálvur grevsturin í økinum skuldi verður liðugur hálvan juni, men arbeiðið verður helst seinkað einar tvær vikur. 

Tá fer býargartnarin at seta niður føroyskar blómur og fríðka um.

- Vit hava lagt dent á at fáa tað føroyska landsslagið at koma til sín rætt. So vit fara at planta føroyskar blómur, sum eru í haganum, og kanska trø, sum eru sermerkt fyri Føroyar í lundini, segði Kristian Eli Zacharisen um býarlundina, sum skal vera á Akursmørk í Klaksvík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151