Heimsins elsta er deyð

Heimsins elsta er deyð
Elsta fólk í heiminum, 117 ára gamla Nabi Tajima úr Japan, doyði ígjárkvøldið á ellis- og røktarheimi í býnum, Kikai í Kagoshima-landspartinum
 
22.04.2018 - 13:34

Tajima varð fødd um aldarmótið, - 4. august í 1900. 

Tajima átti 9 børn, og fekk 160 eftirkomarar í 117 ára og 260 daga longu ævi síni, - íroknað tipp-oldurommubørn.

Tajima er eisini triðelsta fólk í heimssøguni, sum álítiandi upplýsingar eru um.

Nú er so Chiyo Miyako, sum býr í Kanagawa-landspartinum í Japan, elsta fólk í heiminum. Hon fyllir 117 ár um 10 dagar, - 2.mai. 

Heimsins elsti maður er Masazo Nonaka eisini úr Japan, - úr Hokkaido. Hann fyllir skjótt 113 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109