Føroyski innflutningurin minkar

Føroyski innflutningurin minkar
Frá 1.januar til 1.november í ár er innflutt fyri 10,1 milliard krónur, 484 milliónir, fýra prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Mynd: Savnsmynd  
 
20.12.2023 - 09:36

Innflutningurin frá 1.januar til 1.november í ár var 10,1 milliard krónur, 484 milliónir, fýra prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Skip og flogfør eru ikki við í hesum tølum.

Oljuprísurin sæst aftur í tølunum.

Brennievni vóru innflutt fyri eina milliard og 589,6 milliónir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar í ár.

Hetta er 461,8 milliónir krónur, ella 22,5 prosent, minni enn í fjør.

Størsti vøksturin er í bólkinum rávøra til fiskavirking, fyri tað mesta feskur fiskur og ídnaðarfiskur. 

Har er innflutt fyri 150,5 milliónir krónur meira í ár, sum eru 23,9 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114