- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj bók komin út um tá Anton Olsen bjargaði 3.628 flóttafólkum

Tann 30. apríl eru 50 ár liðin, síðan Saigon fall og Vjetnamkríggið endaði við at Norðurvjetnam tók valdið í sameinda landinum. Við tí endaði eitt ógvusligt og drúgt tíðarskeið við kríggi, sum byrjaði í 1955 ella 56 og endaði í 1975, og sum kostaði nógv mannalív. Heilt hvussu nógv veit eingin ordiliga, men tølini sveiggja úr tveimum milliónum upp í næstan seks milliónir fólk.
Tað var longu greitt fyri tey flestu í Suðurvjetnam, at landið fór ikki at orka at standa ímóti, og tí flýddu nógv yvir háls og herðar. Men eitt dømi fekk eitt serligt leinki til Føroya.
Tað vóru tey, sum flýddu við vjetnamesiska farmaskipinum, Truong Xuan, sum fór úr Saigon nærum í somu løtu, sum býurin fall. Skipið var ikki í besta standi, tað hevði trupulleikar við motorinum, men skiparin, ið frá reiðaranum hevði fingið loyvi til at fara avstað við skipinum, gjørdi av at fara, og hann valdi eisini at taka so nógv flóttafólk við sær, sum tilbar. Men at tey skuldu gerast so nógv sum tey gjørdust, íalt 3.628 flóttafólk, kom óvart á hann. Kósin varð sett móti Singapore, sum lá 1.200 kilometrar burturi, men so langt kom skipið ikki. Tveir dagar seinni, 2. mai 1975 fekk maskinbrek og fór at leka, og tí vóru tey veruliga í havsneyð, tá tey sendu út neyðarkall.
Neyðarkallið hoyrdi fjarritarin á Claru Mærsk, sum var á veg úr Tailandi til Hong Kong, og tá hann hevði boðað skiparanum, sum á hesum túrinum var Anton Olsen úr Rituvík, gjørdi skiparin av at venda fyri at hjálpa fólkunum. Í neyðarkallinum stóð at tað vóru fleiri enn 3.000 fólk umborð á vjetnamesiska farmaskipinum, men tað fingu teir umborð á Claru Mærsk ikki at passa. Men teir - ella tey, tí Bergtóra, kona Anton Olsen, var við á túrinum - fingu annað at síggja, tá tey nakrar tímar seinni komu til Truong Xuan; tí tað vóru 3.628 flótafólk umborð.
Søgan um bjargingina, sum fór um allan heim, er síðan farin eitt sindur í gloymskuna, men tað hava tveir danskir journalistar, Ole Sønnichsen og Jesper Clemmensen, gjørt nakað við. Fyri nøkrum árum síðan gjørdu teir av at hyggja eitt sindur nærri at umstøðunum í samband við endan av vjetnamkrígnum, og tá sóu teir at har var eitt danskt tilknýti.
- Tað undraði okkum eitt sindur, at søgan ikki er fortald fyrr, tí hetta er ein søga, sum hevur ein góðan boðskap um ein mann við næstakærleika, sum ger av at venda aftur og bjargað hesum fólkunum. Hon var sjálvandi nógv frammi í miðlunum tá, men er síðan gloymd og vit vildu fegin taka hana framaftur, sigur Ole Sønnichsen í telefonini úr Danmark.
Sambært honum hevur søgan ein góðan boðskap um næstakærleika, um at hjálpa øðrum í neyð, og hon kann geva íblástur til tað, sum hendir á flóttafólkaøkinum í daga, eitt nú í Miðjarðarhavinum, tí hetta er ein universel forteljing um eina bjarging, sujm sigst vera tann størsta í heimssøguni.
Høvundarnir vistu í byrjanini ikki, at søgan eisini hevði ein føroyskan vinkul, tí Anton og Bergtóra Olsen búðu í Rødovre um hetta mundið, men seinni funnu teir útav, at hetta eisini var ein føroysk søga.
Tað eru umleið trý ár síðan teir byrjaðu at arbeiða við hesari søguni, men hetta seinasta árið hava teir arbeitt burturav við henni. Teir arbeiða dokumentaristiskt og tí hevur tað havt stóran týdning at sleppa framat skjølum og teimum fólkum, sum høvdu samband við hendingina.
- Vit hava verið so hepnir, at vit eru slopnir fram at skjølunum hjá Anton Olsen, sum familja hansara hevur í varðveitslu, og so hava vit eisini havt atgongd til savnið hjá Mærsk. Har sóu vit hvør var við Claru Mærsk og út frá tí fóru vit so at leita eftir teimum, sum enn vóru á lívi. Vit hava tosað við partar av manningini og vit hava eisini tosað við fleiri av flóttarfólkunum, sum í dag eru spjadd um allan heim og tí liggur eitt øgiliga stórt granskingararbeiði undir hesari bókini, sigur Ole Sønnichsen.
Teir hava sum sagt millum annað verið í Føroyum, tað vóru teir í desember í fjør, tá teir vitjaðu abbabørnini hjá Anton Olsen og minnisvarðan, og tað var tá teir komu heimaftur úr Føroyum, at teir gjørdu av at fáa bókina út á føroyskum samstundis sum hon kom út í Danmark.
- Vit settu okkum í samband við Jonhard Mikkelsen og Sprotan, tí vit hildu tað hava týdning, at føroyingar eisini kundu lesa bókina á føroyskum beinanvegin. Og tíbetur eydnaðist at fáa hana týdda til føroyskt hóast skotbráið var stutt, sigur Ole Sønnichsen.
Tað er Bergljót av Skarði, sum hevur týtt bókina, sum er um hálvttriðja hundrað blaðsíður.
Umframt bókina hava Ole Sønnichsen og Jesper Clemmensen eisini gjørt ein dokumentar um bjargingina. Tann sendingin eitur Flugten over havet og er skrivað við útgangsstøði í søguni hjá vjetnamesisku flóttafólkunum. Hon var víst á Danmarks Radio fyri einari góðari viku síðan, og kann síggjast á heimasíðuni hjá DR og á appini, sum eitur DRTV.