KJ hevur keypt Pomek

KJ hevur keypt Pomek
KJ, sum er ein av størru maskinteknisku fyritøkunum í Føroyum og sum hevur høvuðssæti á Kambsdali, hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek í Klaksvík
 
29.04.2025 - 20:57

Fyrr í dag boðaði KJ frá í tíðindaskrivi, at fyritøkan hevur keypt Pomek í Klaksvík.

Keypið er týðandi stig í menningini hjá KJ, og passar væl inn í framtíðarætlanirnar hjá felagnum, sum eru at veita betur tænastu til fiski- og alivinnuna, sigur leiðslan hjá KJ í tíðindaskrivinum.

Pomek, sum hevur 24 fólk, heldur til í Klaksvík, og hevur góðar umstøður fram við havnarlagnum úti á Norðborg, har møguleiki eisini er til at taka smærri skip uppá land og inn í eina stóra arbeiðshøll.

Pomek hevur serkunnleika til rustfría framleiðslu, og seinasta stóra verkætlanin hjá Pomek var at seta upp viðførisskipanina í nýggju móttøkuhøllini á flogvøllinum í Vágum.

Endaliga keypið er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum.

KJ, sum fram til 2020 kallaðist KJ Hydraulik, hevur havt undanvind seinastu nógvu árini. Í 2004 hevði felagið ein eginpening uppá slakar níggju níggju milliónir krónur og ein bruttovinning uppá 15,4 milliónir krónur. Í 2023, ella 20 ár seinni, hevði felagið ein bruttovinning uppá 107 milliónir krónur og eina eginogn uppá 118 milliónir krónur. Her skal havast í huga, at felagið í sama tíðarbili, frá 2004 til 2023, hevur útgoldið slakar 35 milliónir krónur í vinningsbýti, sum vil siga, at felagið kundi havt eina eginogn uppá umleið 150 milliónir krónur.

Pomek er nakað væl minni í so máta, tí felagið hevði í fjør ein bruttovinning uppá 16 milliónir krónur og eitt avlop fyri skatt upp á slakar fýra milliónir krónur. Og eina eginogn uppá góðar 12 milliónir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109