- Tíðindi, mentan og ítróttur
Straksdómur: 80 daga fongsul fyri at royna at smugla hassj
Straksdómur: 80 daga fongsul fyri at royna at smugla hassj
Ein 23 ára gamal maður var í gjár dømdur 80 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla eitt kilo av hassji til Føroya

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
29.04.2025 - 09:52
Ein 23 ára gamal maður var í gjár dømdur 80 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla eitt kilo av hassji til Føroya.
Maðurin kom við flogfari sunnudagin og tollarar á flogvøllinum tóku hann.
Skjótt var borið at. Maðurin, sum er úr Danmark, var dømdur í Føroya rætti í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV