Yvir hálva milliard í vinningsbýti

Yvir hálva milliard í vinningsbýti
Tey, sum eiga Bakkafrost, fáa 510 mió. kr. í vinningsbýtí í ár
Bakkafrost hevur høvuðssæti á Glyvrum.
 
30.04.2025 - 06:46

Tey, sum eiga Bakkafrost, fáa 510 mió. kr. í vinningsbýtí í ár.

Tað eru átta krónur og 44 oyru fyri hvørt partabrævið.

Bakkafrost hevur aðalfund í dag.

Nevndin mælir til at velja norðmannin Alf-Helge Aarskog, sum var forstjóri í Mowi í nógv ár, í nevndina.

Hann kemur í staðin fyri Øystein Sandvik, sum leggur frá sær eftir nógv ár í nevndini. 

Hinir nevndarlimirnir eru Einar Wathne, Annika Frederiksberg, Teitur Samuelsen og Guðrið Højgaard.

Uppskot er eisini um, at nevndarformaðurin í Bakkafrosti seinastu 15 árini, Rúni M. Hansen, heldur fram sum slíkur.

59 milliónir og 304.619 partabrøv eru í Bakkafrosti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109