- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gadus fingið løggilding, sum tryggjar at alt kann fara til matna

Gadus hevur, sum tað fyrsta skipið í føroyska flotanum, fingið løggilding, sum tryggjar, at at 100 prosent av fiskinum fer til matna.
Tað skrivar JFK í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum í dag.
Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum hevur veitt løggildingina, og hon hevur millum annað við sær, at lýsi og mjøl, sum áður fóru til ídnað, nú eru góðkend til matvøruúrdráttir. Og sjóføðsluevni, sum fyrr vórðu tveitt úr, kunnu nú brúkast til mannaføði.
Talan er um eitt drúgt og langt hál, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK, í tíðindaskrivinum.
Tað er eingin loyna, at hetta er eitt vitanartungt umráði, ið krevur nógvan kunnleika og áhaldandi menning. Vit hava samstundis havt eitt sera gott samstarv við fakfólk innan júst hetta økið í Noregi, sigur Hanus Hansen, sum leggur afturat, at fólk frá reiðarínum hava verið við norskum flakatrolara at læra seg mannagongdir, sum skal leggja lunnar undir, at alt sum nú kemur til høldar kann fara til matna.
Nýggja løggildingin hevur við sær nýggjar menningarmøguleikar og letur eisini upp heilt nýggjar dyr úti í heimi, sigur Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá JFK. Millum annað kann hetta lata dyrnar upp til heilsu- og heilivágsídnaðin, sigur hon í tíðindaskrivinum.
Hetta seinasta kann so eisini hava við sær, at felagið, við nýggju løggildingini, kann selja veiðina til eitt hægri virði, tá hon kann seljast til matna heldur enn til ídnað.