Neyðtøkumál fer í Landsrættin

Neyðtøkumál fer í Landsrættin
Ákæruvaldið hevur kært dómin hjá Føroya rætti í einum neyðtøkumáli til Landsrættin
Mynd: Savn  
 
29.04.2025 - 09:57

Ákæruvaldið hevur kært dómin hjá Føroya rætti í einum neyðtøkumáli til Landsrættin.

Føroya rættur frídømdi tveir menn, sum báðir eru fyrst í tríatiárunum.

Teir vóru ákærdir fyri neyðtøku.

Menninir noktaðu seg sekar.

Sambært ákæruritinum gjørdu menninir sær dælt av, at gentan, sum tá var 15 ár, var ávirkað av rúsdrekka ella rúsevnum.

Tað var 7. september í 2022.

Ákæruvaldið kravdi ávikavist tvey ár og tríggjar mánaðir og tvey ár og seks mánaðir.

Rætturin helt ikki, at gentan var so ávirkað, at hon ikki kundi siga frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109