Sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingar fer at ávirka aðrar sáttmálar

Sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingar fer at ávirka aðrar sáttmálar
Langt hevur verið millum partarnar, men í gjár glapp, og semja var gjørd, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna
Terje Sigurðsson, semingsmaður, og Ruth Vang, landsstýriskvinna. Í gjár glapp, og nú er nýggjur sáttmáli gjørdur við Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.11.2023 - 12:15

Seks vikur og ein dagur gingu, til tað eydnaðist Fíggjarmálaráðnum og Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar at semjast um nýggjan sáttmála.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at langt hevur verið millum partarnar, men eina løtu í gjár glapp, og alt annað enn at gera semju hevði verið tápuligt, sigur hon.

 

Ruth Vang og Óluva í Gong, tá skrivað var undir nýggja sáttmálan í gjár. (Mynd: Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar)

 

Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava gjørt trý ára sáttmála, og lønarhækkingin er tilsamans umleið 10 prosent í sáttmálaskeiðnum.

Ruth Vang sigur, at sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar fer at ávirka aðrar sáttmálar, sum skulu gerast á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15112023_Ruth_um_sattmala

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275