- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mjølnir fór avstað við báðum steypunum

Tað var ein gyltur dagur fyri Mjølnir, tá bæði kvinnu- og mansliðið hjá felagnum vunnu steypafinalurnar, sum vóru í ítróttarhøllini Inni í Dal í Sandoynni í gjár.
Fleyr var mótstøðulið í favorittur hjá kvinnnum, men Mjølnir gjørdi ikki mætari enn at vinna 3-1. Klaksvíkingar løgdu seg á odda, men havnarfelagið javnaði. Síðan vann Mjølnir næstu tvey settini 25-16 og 25-22 og er harvið steypavinnari aftur fyrstu ferð síðan 2014, skrivar Flogbóltssambandið.
Hjá monnum var Mjølnir favorittur ímóti Fleyr, sum eitt sindur óvæntað hevði sent SÍ úr steypakappingini í hálvfinalunum. Tað livdu norðingarnir upp til, men fimm sett skuldu kortini til.
Mjølnir vann tvey tey fyrstu trygt, men Fleyr svaraði aftur við at vinna 3. og 4. sett og javna. Í javnbrótaranum var tó eingin ivi: Mjølnir vann 15-6, og tryggjaði felagnum annað steypagullið á degnum.
Hetta vóru síðstu dystirnir í heimligum flogbólti í ár.