Sekur í valdstøku

Sekur í valdstøku
Maðurin var eisini funnin sekur í at hava stolið ein bil í Klaksvík
Nú skal stutt persónskanning gerast, áðrenn rætturin ásetur revsingina.
 
07.07.2023 - 11:02

Ein 18 ára gamal maður er í Føroya rætti dømdur sekur í valdstøku.

Maðurin var ákærdur fyri at hava valdstøkið eina kvinnu analt ólavsøkunátt í 2021.

Tá var hann 16 ára gamal.

Maðurin noktaði seg sekan

Valdstøkan var uttandura í miðbýnum í Havn.

Ákæruvaldið kravdi treytaleysa fongsulsrevsing, meðan verjin mælti til frídøming, tí prógvini eru ikki nóg góð til at døma mannin.

Maðurin var eisini funnin sekur í at hava stolið ein bil í Klaksvík.

Hetta var í mai 2021.

Nú skal stutt persónskanning gerast, áðrenn rætturin ásetur revsingina, sigur Ingi Midjord, ákæri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823