Eingi hagtøl fyri avlýsingar

Eingi hagtøl fyri avlýsingar
Hóast Strandfaraskip Landsins javnan fær ákoyringar fyri nógvar avlýsingar á bæði Bygda- og Oyggjaleiðum, eru eingi hagtøl tøk á økinum.
 
09.03.2025 - 14:20

- Upplýsingarnar eru har, men bara ikki í einum formi, so tað er lætt at brúka tær til nakað, sigur strandfarastjórin, Niels Juel Arge, við Vágaportalin.

- Tað er sjálvandi nakað, sum kann gerast betri, og tað fara vit at royna at gera, sigur hann.

Niels Juel Arge ásannar, at vegna vantandi hagtøl kunnu Strandfaraskip Landsins heldur ikki prógva ella mótprógva, um avlýsingarnar eru ov nógvar ella ikki.

- Hetta hava vit ikki raðfest, viðgongur hann og sigur, at tað er stórarbeiði hjá Strandfaraskipum Landsins at finna útav, hvussu nógvar avlýsingar eru á Bygda- og Oyggjaleiðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823