Nógv dýrari at hava hassj til egið brúk

Nógv dýrari at hava hassj til egið brúk
Ákæruvaldið hevur fingið Føroya rætt at hækka sektirnar fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu
Nú er komin harðari revsing fyri at hava hassj til eigið brúk.
 
05.03.2025 - 06:44

Ákæruvaldið hevur fingið Føroya rætt at hækka sektirnar fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu.

Politiið heldur, at sektirnar vóru ov lítlar.

Tær hava verið óbroyttar í nógv ár, í allari hesari øldini.

Sektin fyri at hava upp til fimm gramm uppi á sær hevur verið 750 kr.

Nú hevur ákæruvaldið havt fýra mál í Føroya rætti við kravi um, at sektin verður nógv størri.

Og tað kravið vann frama í rættinum.

Sektir hækka

Vanliga revsingin fyri at hava upp til fimm gramm av hassji uppi á sær til egna nýtslu er nú 2.500 kr. í staðin fyri 750 kr.  

Aðru ferð hækkar sektin 50 prosent og triðju ferð 100 prosent. 

Millum fimm og tíggju gramm av hassji til egna nýtslu kosta nú 3.000 kr. fyrstu ferð, aðru ferð hækkar sektin upp í 4.500 kr. og triðju ferð upp í 6.000 kr.

Politiið sigur, at ov lítlar sektir hava ongan fyribyrgjandi virknað.

Harumframt eru lítlu sektirnar ikki í samsvari við stóru revsingina, sum er fyri at selja hassj.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646