- Tíðindi, mentan og ítróttur
Endaspurtur í grønlendska valstríðnum

Aulan í miðnámsskúlanum í Nuuk var fullsett til seinasta, almenna valfundin fyri valið týsdagin. Her vóru eingi evni ásett frammanundan, tí her skuldi veljarin sleppa til orðanna og at seta politikarunum sínar spurningar.
Frá veljarunum fingu tey spurningar um heilsuverk, fiskivinnu, ferðasamband, dýrkandi prísirnar og sosial viðurskifti í breiðum høpi.
- Hóast nógv skilir okkum, so eru eisini nógv viðurskifti, ið savna okkum, og sum vit kunnu gera nakað við í felag, sigur Aki Mathilde Høegh-Dam, sum hesaferð stillar upp fyri flokkin Naleraq.
Hóast bara 28 ára gomul er Aki Mathilde Høegh-Dam ein royndur politikari. Hon var bara 22 ára gomul, tá hon sum yngsti politikari nakrantíð varð vald í danska fólkatingið fyri Siumut. Nú stillar hon upp til Inatsisartut fyri flokkin Naleraq.
Málsligu avbjóðingina – fundurin var á grønlendskum – loysti grønlendska kringvarpið KNR við danskari simultan-tulking í beinleiðis stroymingini á heimasíðuni.
Her kanst tú hoyra innslag frá veljarafundinum: