- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki fegin um tunnilsloysn

Í uppskotinum um Suðuroyartunnil, sum nú er borið í Løgtingið, arbeiðir tunnilsfelagið víðari við eini tunnilsloysn við tunnilsmunnum í Djúpadali norðan fyri Skarvanes og í Sandvík.
Tað er Anna Paulina Leo Olsen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, alt annað enn fegin um.
- Tað er ikki pláss fyri tunnilsmunnanum í Djúpadali og fólk búgva har. Eg dugi heldur ikki at síggja, hvussu koyrast skal við einum persónbili tvørtur ígjøgnum arbeiðsplássið har, sigur hon.
Bara bagatellir
Samstundis finst hon at Aksel V. Johannesen, løgmanni, at hann ikki hevur flutt seg í mun til teir veruligu trupulleikarnar.
- Tunnilsmunnin er skeivt staðsettur, so tí er tað í míni verð ein bagatell, um linjuføringin fer upp um Hamarin á Sandi ella ígjøgnum Sandsbygd, tí tann veruligi trupulleikin er, hvar skal hasin tunnilin upp og skal hasin tunnilin yvirhøvur gerast, sigur hon
Eisini fílist borgarstjórin í Húsavíkar kommunu á, at kommunan skal hava ábyrgdina av tilbúgvingini Sandoyarmegin.
- Við hesum er tað einki sum bendir á, at tunnilsfelagið ætlar at taka ábyrgd av tilbúgvingini, og tað ætlar landið heldur ikki, heldur Anna Paulina Leo Olsen, ið vísir á, at Húsavíkar kommuna samstundis skal varða av trygdini í Dalstunlinum.
Her kanst tú hoyra samrøðu við Annu Paulinu Leo Olsen: