Krafta skjótt til reiðar við oljutangum á Hulki

Krafta skjótt til reiðar við oljutangum á Hulki
Á midnátt kom farmaskipið “Akranes” á Hulk á Strondum við tveimum stórum oljutangum, sum eru goymslutangar hjá nýggja oljufelagnum Krafta Energy
Nýggju oljutangarnir hjá Krafta komu á Strendur á midnátt
 
09.03.2025 - 18:19

Tangarnir, sum eru 17 metrar høgir, taka 2500 rúmmetrar av olju og viga um 57 tons hvør.

Í eina tíð hava tangarnir staðið í Hirtshals, meðan bíðað hevur verið eftir góðum veðurlíkindum at flyta teir allan vegin til Føroya.

Økið, har tangarnir skulu standa, er ikki heilt liðugt enn, men um tvær ella tríggjar vikur verða tangarnir helst settir á økið.

Rói Kalsø og Leif Hovgaard, sum eru ávikavist stjóri og sølustjóri í Krafta Energy, stovnaðu í fjør felagið saman við Smyril Line, JFK, Framherji og FARCOD.

Á heysti í fjør greiddi Rói Kalsø soleiðis frá í útvarpinum, hví hetta felagið nú kemur á føroyska marknaðin, har Effo og Magn eru frammanundan:
 

1730906

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823