- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilur stolin í nátt

Ein bilur varð í nátt stolin í Havn. Hann var tó skjótt funnin aftur, ikki langt frá tí staði, har hann varð settur. Politiið veit ikki, hvør hevur stolið bilin, men kannar nú málið.
Í Viðareiðistunlinum rendi ein bilur inn í eitt neyðskáp. Tað hendi tó ikki tann stóri skaðin. Vakthavandi á politistøðini sigur, at rúsdrekka ikki var orsøkin til óhappið.
Í nátt var ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.
Politiið gjørdi í gjár ferðmátingar við brúnna um Streymin, har hægst loyvda ferð er 60 km/t. Fimm bilførarar vórðu tiknir. Tríggir koyrdu 80, ein 82, meðan ein koyrdi 90 km/t.
Fýra av bilførarunum fingu klipp í koyrikortið, men tann sum koyrdi 90 km/t, fekk koyriforboð, tí hann hevði bara havt koyrikort í stutta tíð.