- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdur fyri at fara í Listaskálan um náttina
Ákærdur fyri at fara í Listaskálan um náttina
Klokkan var okkurt um 20 minuttir í tvey um náttina, tá maðurin, sambært ákæruritinum, breyt ein rút í Listaskálanum

Átta listaverk vóru borin til brotna rútin í Listaskálanum.
07.03.2025 - 06:02
Ein 27 ára gamal maður er ákærdur fyri fara inn í Listaskálan í Gundadali 12. januar í fjør.
Klokkan var okkurt um 20 minuttir í tvey um náttina, tá maðurin, sambært ákæruritinum, breyt ein rút í Listaskálanum.
Hann tók átta listaverk til vindeygað við brotna rútinum.
Tey eru verd 830.000 kr.
Men hann fór av staðnum uttan at hava nakað við sær.
Krav er um endurgjald.
Sambært ákæruritinum ætlaði maðurin at útvega sær ella øðrum vinning við at royna at stjala listaverkini.
Seint seinnapartin 12. januar almannakunngjørdi politiið mynd av manninum, sum vakmyndatól hevði tikið.
Og um kvøldið meldaði maðurin seg sjálvur. Hann játtaði seg tá sekan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV