Fleiri fingu klipp í koyrikortið

Fleiri fingu klipp í koyrikortið
Fleiri bilførarar koyra ov skjótt, og tað kostar klipp
Politiið gav nógv klipp í gjár og í gjárkvøldið
 
08.03.2025 - 11:58

Fleiri bilførarar hava hetta seinasta samdøgrið fingið klipp í koyrikortið fyri brot á ferðslulógina.

Tá politiið seinnapartin í gjár gjørdi ferðslukanningar í Klaksvík, fingu fimm bilførarar klipp fyri ov nógv ferð, umframt at ein fekk eitt eykaklipp, tí eitt barn í bilinum ikki sat íbundið.

Og í nýggja Hvannasundstunlinum fekk ein bilførari klipp í kortið, tí hann koyrdi 109 km/t.

Í gjárkvøldið blivu tveir bilar tiknir Millum Fjarða fyri at koyra ov skjótt – annar fekk klipp í kortið og hin treytaða frádøming.

Og ein bilførari, sum í gjárkvøldið gjørdi tvær yvirhálingar í Kaldbakstunlinum, fekk eitt klipp fyri hvørja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766