- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórar íløgur á Svangaskarði

Í vikuni varð sáttmáli gjørdur millum Nes kommunu og Føroya Møblasølu um nýggjan graslíkisvøll, sum er ein av hesum nýggjaru við umhvørvisvinarligari korkfyllu.
Nes kommuna stendur fyri at taka gamla vøllin av og burturbeina hann, og nýggja graslíkið skal leggjast á í seinnu helvt av juni mánaði.
Fyri hálvariaðru viku síðani gjørdu Nes kommuna og byggivirkið KBH arbeiðstakarasáttmála um bygging av nýggjum áskoðarskýli á Svangaskarði.
Skýlið verður báðu megin verandi bygning, og pláss verður fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum.
Ætlandi skal fyrri helmingurin av skýlinum vera liðugur í summar og seinni helmurin í heyst.
Tilsamans er talan um eina íløgu í ítróttarøkið á Svangaskarði fyri einar 12 milliónir krónur.