Segði seg einki vita um rúsevni umborð á seglbátinum

Segði seg einki vita um rúsevni umborð á seglbátinum
Ein 63 ára gomul kona, sum er millum tey ákærdu í rúsevnamálinum, varð avhoyrd í rættinum fyrrapartin.
Tað var umborð á hesum seglbátinum, at nógvu rúsevnini vórðu smuglað til Føroya.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.03.2025 - 13:37

63 ára gamla danska konan, sum er millum tey seks ákærdu í stóra rúsevnamálinum, visti einki um, at rúsevni vóru umborð, ella at tey vórðu handað einum føroyingi, tá seglbáturin Rocky kom á Havnina í august í fjør.

Tað segði hon, tá hon fyrrapartin varð avhoyrd í Føroya rætti.

 

Løgreglan úti í Bakka í Havn, tá rúsevnasmuglingin varð avdúkað. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Har kom eisini fram, at báturin tvær ferðir kom í herviligt ódnarveður á ferðini til Føroya.

Hoyr Jóhann Mortensen greiða frá úr Føroya rætti:

 

04042025_Rusevnamalid

 

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Øll vikan er sett av til stóra rættarmálið, sum er á Panorama á Hotel Hafnia, tí pláss er ikki í dómhúsinum.

Dómur verður sagdur fríggjadagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835