- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barbara er “Ársins Brita”
Barbara er “Ársins Brita”
Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, varð á kvinnudagshaldinum í Fuglafirði í gjár kosin “Ársins Brita”.

Barbara Holmábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, er “Ársins Brita”
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
09.03.2025 - 14:18
Í grundgevingini varð millum annað nevnt, at hon hevur breiðan rygg og smæðist ikki fyri at seta álvarslig mál á breddan, og hon vil hava valdsharrarnar at taka ábyrgd.
Og hon setur sjóneykuna á viðkvom og týðandi evni, sum ofta verða duld í lítla føroyska samfelagnum.
- Sum úrslit hava kvinnurnar fingið eina rødd, og fremjararnir eru stillaðir til svars, sigur dómsnevndin.
Barbara Holm er triðja kvinnan, sum fær heiðurin “Ársins Brita”, og undan henni hava “briturnar” verið Annika Olsen í 2022, Rannvá Magnadóttir í 2023 og Óluva í Gong í 2024.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV