Vilja seta ferð á ráevnisvinnu

Vilja seta ferð á ráevnisvinnu
- Ein nýggj ráevnisvinna kann geva grønlendska búskapinum eitt nýtt bein at standa á, halda fleiri av flokkunum, ið bjóða seg fram á grønlendska valinum týsdagin.
Anorthorsit-námið i Kangerlussuaq
Mynd: Hudson Resources Inc.  
 
09.03.2025 - 16:29

Nógv bendir á, at ferð nú kemur á arbeiðið at útvinna ráevnini í grønlendsku undirgrundini, tí har liggja nógv eftirspurd mineralir.

Talan er um alt frá gulli, kopari, zinki, nikkel, platini og rubinum til uran. Meðan tey fægstu vilja røra uran, so vilja alsamt fleiri fara eftir restini.

Stjórnarberandi flokkurin IA var millum tey fyrstu at gloppa dyrnar fyri ríkidøminum í undirgrundini. Í valskránni sigur flokkurin seg vilja fara undir námsvinnu, ið tó skal stýrast somikið neyvt og strangt, at náttúran ikki liður undir tí.  

Stór fet fram á leið
Nýggja valevnið hjá Siumut, Jess G. Berthelsen, sum annars hevur verið formaður í stóra fakfelagnum SIK síðstu 35 árini, er avgjørdur:

- Farast skal undir námsvinnu beinanvegin, tí ein nýggj námsvinna vil flyta grønlendska samfelagið stór fet fram á leið, heldur hann.

IA, sum í dag er størsti flokkur í landstinginum Inatsisartut skjýtur í valskránni upp, at politisku flokkarnir kanna møguleikarnar at seta á stovn eitt alment námsvinnu-felag.

- Ferð skal eisini setast á samráðingarnar við onnur lond, sum hava tørv á ráevnunum í grønlendsku undirgrundini, um teirra framtíðar virksemi í Grønlandi.

Her kanst tú hoyra innslag frá veljarafundi í Nuuk um ráevnisvinnuna:

2025-03-09-Namsvinna-i-Gronlandi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823