Fríkendur fyri neyðtøku

Fríkendur fyri neyðtøku
Dómsmenninir vóru ikki samdir um, hvussu maðurin skuldi dømast
Tveir dómsmenn frídømdu mannin, meðan hin triði helt, at maðurin var sekur í ákæruni. (Savnsmynd)
 
09.06.2023 - 08:34

Føroya rættur frídømdi seinnapartin í gjár ein 27 ára gamlan mann, sum var ákærdur fyri at hava neyðtikið eina 22 ára gamla kvinnu millum jól og nýggjár í fjør.

Frídømdi maðurin noktaði seg sekan.

Hetta er annað málið um neyðtøku, síðani orðingin um samtykki kom í revsilógina.

Í fyrra málinum varð tann ákærdi eisini frídømdur.

Ákæruvaldið kravdi í minsta lagi hálvt árs treytaleysa fongsulsrevsing.

Dómsmenninir vóru ikki samdir um, hvussu maðurin skuldi dømast. Tveir dómsmenn frídømdu mannin, meðan hin triði helt, at maðurin var sekur í ákæruni.

Ákæruvaldið hevur ikki tikið støðu til, um dómurin verður kærdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823