Innflutningurin vaks 2,6 milliardir

Innflutningurin vaks 2,6 milliardir
Nógv størstur er vøksturin í vørubólkinum skip og flogfør
Vit innfluttu fyri 12,7 milliardir krónur frá apríl 2022 til mars 2023. (Mynd: Hagstovan)
 
16.05.2023 - 14:18

Føroyar innfluttu fyri 12,7 milliardir krónur frá apríl 2022 til mars 2023.

Tað eru 2,6 milliardir meira enn frá apríl 2021 til mars 2022.

Men innflutningurin er 164 milliónir minni enn hann var frá mars 2022 til februar 2023, skrivar Hagstovan.

Tí tykist tað sum at stóri vøksturin í innflutninginum seinasta árið er um at steðga.

 

Oljuinnflutningurin 2,3 mia. kr. 

Olja er innflutt fyri góðar 2,3 milliardir krónur. Vøksturin er 855 mió. kr.

Innflutningurin til vørubólkin hav- og landbúnaður var 293 milliónir krónur størri, 46 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. 

Nógv størstur er vøksturin í vørubólkinum skip og flogfør.

Hann er góða milliard krónur, ella góð 223 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114