- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk: Játtanin ov lítil til viðlíkahald
Landsverk: Játtanin ov lítil til viðlíkahald
At trygdarskápini í og uttanfyri Leirvíkstunnilin eru óvirkin, er eitt prógv um, at játtanin til Landsverk er ov lítil, sigur Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur á Landsverki
27.03.2025 - 19:39
Í trygdarskápunum, sum standa báðumegin tunnilsmunnan í Leirvíkstunlinum, ber ikki til at tendra ella sløkkja reyðu neyðljósini, skuldi okkurt verið áfatt inni í tunlinum.
Telefonirnar í og uttanfyri tunnilin rigga heldur ikki.
Landsverk varðar av teimum 21 tunlunum í Føroyum, og Landsverk viðurkennir, at tað er ikki í lagi, at trygdarskápini í og uttanfyri Leirvíkstunnilin eru óvirkin.
Men tað er hvørki peningur til at viðlíkahalda tunlarnar í Føroyum, og heldur ikki at viðlíkahalda vegakervið í síni heild, tí játtanin til Landsverk er ov lítil, sigur Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur á Landsverki.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV