Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt

Tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt
Ein teirra fær treytaða frádøming - tað vil siga, at hann skal upp í teori og koyring aftur.
 
31.03.2025 - 08:13

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar á fuglafjarðarvegnum, og tríggir bilførarar koyrdu ov skjótt.

Teir koyrdu 118, 126 og 135 km/t. 

Ein teirra fær treytaða frádøming - tað vil siga, at hann skal upp í teori og koyring aftur.

Hinir báðir høvdu havt koyrikort í minni enn tvey ár, og fáa tí koyriforboð, til teir hava verið til eftiransandi koyriroynd.

Treytin fyri at missa koyrikortið treytaleyst er tá ferðin er 136 km/t ella meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017