- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serfrøðingur: Trump roynir at sannføra amerikanarar um Grønland

Donald Trump nýtir miðlasnildir í stríðnum við Danmark. Hann setur ljóskastaran á Grønland og Danmark, men tað er fólkið í USA, sum hann roynir at sannføra.
Tað segði Michael Bossetta, sum er serfrøðingur í politiskari miðlan, við DR í sendingini 21 Søndag í gjárkvøldið.
Við at úttala seg aftur og aftur um Grønland, fer hann í eitt stríð við Danmark.
Men mongu boðskapirnir hjá Trump eru ikki ætlaðir grønlendingum ella dønum. Boðskapirnir eru ætlaðir amerikansku veljarunum.
- Eg haldi, at hann roynir at seta seg í eina støðu til eitt longri stríð við Danmark sum fígginda, sigur Michael Bossetta.
Endamálið er at vinna álit hjá amerikanskum veljarum í stríðnum við Danmark, um at fáa fatur í og ogna sær Grønland.