Hava biðið um 25-30 milliónir aftrat til Dalstunnilin

Hava biðið um 25-30 milliónir aftrat til Dalstunnilin
Arbeiðið kann verða liðugt í hesum árinum
Arbeiðið upp á Dalstunnilin byrjaði í 2021.
 
26.03.2025 - 13:12

Dalstunnilin kann vera liðugur at taka í nýtslu longu í ár. Men til tess krevst ein eykajáttan frá løgtinginum.

Tað sigur Sigurð Ó. Vang, leiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki, við Dimmalætting.

Sigurð Ó. Vang sigur við Dimmalætting, at tað mangla einar 25-30 milliónir krónur í fyri at gera Dalstunnilin lidnan, og hesar pengar hevur Landsverk biðið landsstýrið um at játta við eini eykajáttan.

 

Byrjaði í 2021

Arbeiðið at gera tunnilin til Dals byrjaði í 2021, og bergholið varð skotið ígjøgnum í november 2023.

Tunnilsliðið hjá Landsverki ger tunnilin, sum er 2,2 kilometrar langur. Arbeiðið er nakað seinkað, bæði av manglandi játtan og tí at nøkur av arbeiðsfólkunum valdu at siga upp.

Tí hevur higartil verið roknað við, at tunnilin verður liðugur í 2026.

 

180 milliónir

Men við eini eykajáttan á 25-30 milliónir kann arbeiðið sum nevnt gerast liðugt í ár, metir Landsverk.

Sigurð Ó. Vang sigur við Dimmalætting, at Dalstunnilin væntandi fer at kosta umleið 180 milliónir krónur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109