- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis ókeypis hjá øllum at brúka bussin

Hóast Tórshavnar býráð samtykti 24. oktober í fjør at taka pengar frá útlendskum ferðafólkum, sum brúka Bussleiðina, er einki hent.
Og nú skal samtyktin endurskoðast, tí nógvar avbjóðingar eru við at seta í verk slíka skipan.
Byráðið fer at viðgera málið í dag.
Spurningurin er, um munur kann gerast á fólki, sum býr í Føroyum, og útlendingum.
Heimild er tó fyri, at bara fólk í Tórshavnar kommunu kunnu koyra ókeypis við Bussleiðini, tí tey hava lomngu goldið hana við skatti.
So um ein gjaldsskipan skal koma, skal hon vera fyri øll, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu, stendur í dagsskránni fyri býráðsfundin í dag.
Fyrisitingarstjórin, tekniski stjórin og KT-leiðarin hjá kommununi mæla til at endurskoða samtyktina frá 24. oktober í fjør.
Teir mæla til at gera heildarætlan um Bussleiðina, sum tekur vinnu og ferðavinnu og umhvørvispolitikkin hjá kommununi við.
Og teir mæla til, at gjaldsskipan ikki kemur, fyrr enn hetta er gjørt.