- Tíðindi, mentan og ítróttur
Úr Klaksvík til Grønlands
Úr Klaksvík til Grønlands
Línuskipið Kvikk í Klaksvík er selt til Grønlands, skrivar Teyggjan

Kvikk er seldur av landinum.
31.03.2025 - 07:07
Línuskipið Kvikk í Klaksvík er selt til Grønlands, skrivar Teyggjan.
Skipið er selt fyri seks milliónir krónur.
Arsuk Food í Nuussuaq hevur keypt skipið.
Kvikk er bygdur í Strandby í Danmark í 1987 og kom til Føroya sama árið.
Hann er 366 bruttotons.
Kvikk kallaðist fyrr Saturn III.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV