- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dalstunnilin liðugur í ár

Ein umsókn um at játta 28 milliónir krónur til Dalstunnilin kemur fyri Tingið í næstum. Tað vátttar landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen.
Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari hjá Landsverki, segði við Dimmalætting fyrr í dag, at tað vanta einar 25-30 milliónir krónur í fyri at gera Dalstunnilin lidnan, og at Landsverk hevði biðið landsstýrið um at játta hesa upphædd við eini eykajáttan.
Og landsstýrið biður nú Tingið játta 28 milliónir krónur, uppplýsir landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
Um Landsverk fær hesa eykajáttanina, ber til at koyra millum Húsavík og Dal í ár.
Eitt tunnilstoymið fór at gera tunnilin til Dals í 2021, og skotið varð ígjøgnum í november 2023. Tunnilin er tveir kilometrar og 200 metrar langur.
Dalstunnilin fer væntandi at kosta umleið 180 milliónir krónur.