- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov fáir pengar til viðlíkahald
Arbeiðsfólk frá Landsverki eru úti hvønn dag og koyra bøtiasfalt í hol á landsvegunum, millum annað á Elduvíkarvegnum, men hetta heldur ikki leingi, og er bara ein lappaloysn, sigur Erland Nýggjagarð, ið er virkisdeildarformaður fyri meginøkið hjá Landsverki.
Tað hevur verið nógv kjak um standin á Elduvíkarvegnum. Í fíggjarlógini fyri í ár eru tríggjar milliónir krónur settar av til Elduvíkarvegin, men tær røkka ikki langt, tí hesin peningur røkkur bara til at asfaltera hálvan annan kilometrar av vegi, hóast Elduvíkarvegurin er góðar átta kilometrar langur.
Í 2018 vísti Landsverk á, at eftirsleipið á landsvegakervinum, tunlum og brúm er góðar 375 milliónir krónur, men í fíggjarlógini fyri í ár fekk Landsverk eina játtan upp á góðar 54 milliónir krónur.
Stjórin á Landsverki, Marjun Weihe Thomassen, heldur, at politiska skipanin raðfestir nýggjar verkætlanir nógv hægri, enn viðlíkahald av núverandi vegum, tunlum og brúm, og tí sóknar stjórin eftir, at politiska skipanin raðfestir viðlíkahald av undirstøðukervinum hægri - og yvir eitt longri áramál.