Birgir Durhuus heldur fram sum formaður í Føroya Banka

Birgir Durhuus heldur fram sum formaður í Føroya Banka
Ársaðalfundinum samtykti at lata 350 mió. kr. í vinningsbýti
Birgir Durhuus er nevndarformaður í Føroya Banka.
 
31.03.2025 - 08:19

Birgir Durhuus heldur fram sum formaður í nevndini í Føroya banka, og Annfinn Vitalis Hansen er næstformaður.

Tað var avgjørt eftir ársaðalfundin í síðstu viku.

Tom Ahrenst, Kristian Reinert Davidsen og Marjun Hanusardóttir vóru afturvald í nevndina.

Tey eru øll vald í tvey ár.

Ársaðalfundinum samtykti at lata 350 mió. kr. í vinningsbýti.

Tað eru 36 krónur og 46 oyru fyri hvørt partabræv, sum nominelt er 20 krónur.

Ársaðalfundurin staðfesti eisini við viðtøkubroyting, at bankin nú eitur Føroya banki.

Og bankin hevur 17 hjánøvn, millum annað BankNordik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946