- Tíðindi, mentan og ítróttur
Musk skrivar kekkar til veljarar í Wisconsin
Musk skrivar kekkar til veljarar í Wisconsin
Valið í morgin kann fáa stóran týdning, tí tað ger av, hvør verður valdur í hægstarætt

Musk og bólkar, sum hann stuðlar, hava brúkt meira enn 20 milliónir dollarar til valið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
31.03.2025 - 08:49
Ríkmaðurin Elon Musk, sum eisini er í umsitingini hjá Donald Trump, hevur skrivað út kekkar fyri eina millión dollarar, sum svarar til 6,9 milliónir krónur, til tveir veljarar í statinum Wisconsin.
Elon Musk hevur eisini lovað at skriva kekkar til aðrar veljarar, sum vilja atkvøða fyri einum konservativum valevni til starvið sum dómari í hægstarætti í Wisconsin.
Musk og bólkar, sum hann stuðlar, hava brúkt meira enn 20 milliónir dollarar til valið.
Valið í morgin er rættiliga týðandi, tí tað ger av, hvør verður valdur í hægstarætt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV