- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta ikki nógvan útróður hesa vikuna

Harður streymur og heldur óstøðugt veður gera, at Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður í vikuni.
Bæði ísfiskalínuskipini liggja enn, men væntandi fer annað avstað í vikuni.
Tvey frystilínuskip eru við Ísland, trý eru við ella á vegis til Eysturgrønlands, og tvey eru við Føroyar.
Tey fiska tosk, hýsu, longu og brosmu.
Allir ísfiskatrolarirnir liggja, men fara helst avstað í vikuni.
Ein frystitrolari fiskar svartkalva.
Allir partrolararnir, uttan tvey pør, eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt.
Teir fáa eisini nakað av hvítfiski, serliga hýsu og hvíting.
Fýra trolbátar eru norðanfyri. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt.
Teir fáa mest av toski og hýsu, og nakað av upsa og flatfiski.
Trý garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt, skrivar Fiskamarknaðurin.