
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámjinstunnilin letur upp í summar
Fámjinstunnilin letur upp í summar
Arbeiðið er seinkað eitt ár, og tunnilin er vorðin næstan 120 milliónir krónur dýrari enn ætlað

Nú líður so væl við Fámjinstunlinum, at ætlanin er at lata hann upp fyri ferðslu í juni.
Mynd: J&K Petersen Contractors
25.03.2025 - 08:44
Byggifelagið J&K Petersen Contractors avhendaði í gjár Landsverki Fámjinstunnilin. Nú skal el-arbeiðið gerast, og einaferð í juni letur tunnilin upp fyri ferðslu.
Fámjinstunnilin skuldi eftir ætlan verða liðugur á sumri í fjør og kosta167 milliónir kr.
Sigurð Ó. Vang. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Nógvir trupulleikar hava verið við leysum gróti í tunlinum, og tað hevur eisini lopið fleiri ferðir. Neyðugt hevur verið fleiri eykajáttanum, og nú er prísurin komin upp á 285 milliónir kr.
Siguirð Ó. Vang, verkætlanarleiðari hjá Landsverki, væntar, at prísurin fer at halda.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
25032025_Famjinstunnil
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV