- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2025: Hesi eru ársins tónleikari og tónaskald

Helena Heinesen Rebensdorff, ið gongur undir listanavninum Brimheim, er ársins tónaskald.
Fyri hetta bleiv hon heiðrað við einari FMA-heiðursløn á FMA 2025, sum er í Varpinum í Klaksvík.
Helena fær heiður fyri sína plátu "Ratking", sum hon gav út í 2024, og sum eisini hevur gingið sína sigursgongd í Danmark.
Tá størsta tónleikatíðarritið í Danmark, GAFFA, heiðraði bestu avrikið í 2024, so bleiv "Ratking" útrópt sum ársins besta danska tónleikaútgáva.
Jón Festirstein ársins tónleikari
Ársins tónleikari á føroyska tónleikapallinum er violinisturin Jón Festirstein.
Jón Festirstein byrjaði tónleikaleið sína á musikkskúlanum í Havn við Sámali Petersen sum lærara.
Hann tók sína tónleikaútbúgving á Det Kgl. Danske Musikskonservatorium hjá armenska Serguei Azizian.
Eftir eina tíð sum yrkistónleikari í Danmark, er hann komin heim at vera tónleikalærari og virkin tónleikari.
Hann spælir við bólkinum Aldubáruni og er fastur limur og ein av berandi kreftunum í Føroya Symfoniorkestri.