
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2025: Her eru luttakararnir í 3. umfari

Seinasta leygarkvøld vunnu Bolstad og Ronja seg úr 2. umfari í sjálva Sement-finaluna. Frammanundan høvdu Jarhzé og Ókendir longu sungið og spælt seg í finaluna.
Leygarkvøldið verður so 3. umfar, og heili 10 tónleikanøvn standa klár at trýna inn á Sement-pallin.
Talan er í stóran mun um nýggj og ókend nøvn, sum luttaka í 3. umfari av Sement.
Tey 10 nøvnini eru: 17.5 Zentimetrar * Tunghoyrt * Tora Trond * Serhii Ilin * Óli * Hans Andrias * Sjúrður * Anna Sabina & Co * Attika * Ravsøgn
Hans Andrias ger comeback
Eitt sera kent navn er millum luttakararnar. Tað er dugnaligi sangarin og sangskrivarin Hans Andrias Jacobsen úr Klaksvík, ið vit ikki hava hoyrt so nógv til seinnu árini.
Orsøkin er heilt einføld tann, at Hans Andrias hevur staðið í læru sum kokkur og hevur halgað kokkalæruni sína tíð.
Nú er Hans Andrias klárur at traðka fram aftur við nýggjum tónleiki, sum hann greiddi frá í samrøðu við kvf.fo.
"Eg haldi, at hetta er eitt frálíkt høvi at vísa nýggju sangirnar hjá mær fram, men eisini at vísa føroyingum, at eg eri til enn, og at eg eri klárur til at upptraðka aftur við nýggjum sangum. Eg eri klárur til at royna nýggj ting, og vil gjarna útgeva meira tónleik."
Les eisini: Sement skal sjóseta Hans Andrias av nýggjum
Ikki víst í sjónvarpinum
Tíverri verður triðja umfar av Sement ikki víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum orsakað av páskunum.
Men her eru luttakararnir í triðja umfari.
17.5 Zentimetrar – eitt nýtt navn, sum tú ikki fert at gloyma
Tá Flóvin, Sigmund og Hjarnar settu seg saman í einum kjallara í Svanga varð greitt frá fyrstu løtu, at hetta skuldi verða nakað heilt serligt.
Við røtum í gomlum, amerikanskum jazzi frá amerikonsku eysturstrondini, framføra teir egin løg við nærleika, dýpd og einum frískum tvisti.
Flóvin førir pennin, meðan Sigmund og Hjarnar byggja lag- og ljóðheimin, sum fyrst tekur teg aftur í tíðina og síðani inn í nútíðina.
Hvør framførsla við 17.5 Zentimetrar er ein livandi, nærverandi og hugtakandi uppliving, fylt við stíli, sjarmu og tónleikagleði.
Tunghoyrt – harðari, feitari og betri
Teir eru fýra mans, sum hava roynt eitt sindur av hvørjum, men í oktober 2024 fann hendan manningin saman og gjørdist Tunghoyrt.
Við einari explosivari blanding av hørðum ljóðum, skørpum riffum og einari framfrøslu, sum fær øll at vakna, eru teir klárir at blása Sement 2025 um koll.
Tunghoyrt eru svangir eftir at vísa, hvat teir duga, og kunnu ikki bíða eftir at geva tær eina konsert, sum tú seint gloymir.
Tora Trond – nýtt navn, nýggj rødd, nýggjar søgur
Tora Trond er ein spennandi nýggjur singer/songwriter-spíri, sum spælir tónleik við nærleika, inniligum melodium og sterkum tekstum á bæði føroyskum og donskum.
Unga kvinnan, ið stendur aftanfyri listanavnið Tora Trond, er Tora Bærentsen, sum er føroysk við húð og hár, men er uppvaksin í Danmark.
Hjá Toru Trond er tað sangurin og søgan, sum standa í miðdeplinum. Hetta eru sangir um tað, ið rørist innaní, gleði, vreiði, sorg, fjáltur og alt annað.
Hetta er nýggjur tónleikur, nýskapandi ljóð, men við eini rødd, sum kennist heimlig.
Serhii Ilin – melodiskt ljóð úr hjartanum av Føroyum
Við røtum í tí melodisku sovjetsku jazz-estradu siðvenjuni, so hevur Serhii Ilin skapt sær ein heilt serligan tónleikaligan heim, har føroyska málið og kenslan renna saman við hansara egna melodiska og lyriska stíli.
Hann hevur longu gjørt vart við seg í fleiri sangskrivingarkappingum, og til Sement ætlar hann at framføra løg, ið eru skrivað undir hansara tíð í Føroyum.
Hetta eru sangir, sum byggja á hansara persónligu upplivingar og djúpu kærleika til landið.
ÓLI – ein rødd, ein guitar og ein heimur av kenslum
Gjøgnum tónleiki hjá ÓLA sleppur tú aftur til tað grundleggjandi: Ein sterk rødd, ein guitar, og inniligir sangir, ið snúgva seg um lívið sjálvt við øllum sínum tvístøðum, kærleika og reflektiónum um sjálvsímynd.
Hjá ÓLA er tað einfalda tað vakra. Ein rødd, sum rakar hjartað, og sangir, sum siga tær søgur, ið tú sjálv ella sjálvur kennir teg aftur í. Alt annað, sum kemur afturat, ger bara løgini enn betur.
Hans Andrias – tónleikur við søgu, sál og styrki
Hans Andrias hevur djúpar tónleikarøtur í Klaksvík, og er kendur bæði sum einstaklingur og gittaristur í Grandma’s Basement.
Hansara tónleikur er eitt vakurt bland av americana og soul, sum er merktur av hansara inniligu rødd og lívsroyndum.
Eftir ein longri steðg frá pallinum, er Hans Andrias nú aftur við nýggjum íblástri og einum brennandi ynski um at deila sín nýggja tónleik við áhoyrarunum.
Tað er tónleikur við søgu, sál og styrki.
Sjúrður – útbúgvin popptónleikari við avslappaðum sniði
Sjúrður spælir popptónleik, sum er bæði melodiøsur og nærverandi. Tónleikurin er júrt rættur til tín, ið dámar at slappa av í einum sekkjastóli og bara lurta.
Við útbúgving í tónleiki frá Setrinum, so hevur Sjúrður eitt sterkt grundstøði, men eisini eitt serligt lyndi fyri at skapa ljóð, sum rakar bæði hjarta og høvd.
Tónleikurin er merktur av ró og eftirhugsan og lýsir eitt univers, har smáu løturnar fáa stóran týdning.
Anna Sabina & Co. – ein heimur av tónleik, ið hevur pláss fyri øllum
Frá fyrsta tóna er tað greitt: Anna Sabina hevur nakað heilt serligt at siga okkum.
Hon er uppvaksin á Toftum, og hon hevur skrivað sangir síðani hon var heilt ung.
Saman við sínum vinfólkum og familju, so skapar Anna Sabina tónleik, ið ikki kann avmarkast til bara eitt slag ella ein stemning.
Har er alt frá løttum og stuttligum hugløgum til inniligar og álvarsamar løtur. Alt er skrivað úr einum sterkum, kvinnuligum sjónarhorni og við støði í egnum upplivingum og tonkum
Eftir fyrstu framførsluna í Blómuhúsinum á Toftum í 2024, so hava Anna Sabina & Co hugtikið áhoyrarar á ymsum pallum, og nú eru tey klár at leggja Sement 2025 fyri sínar føtur.
Attika – ungt rokktrýst úr Klaksvík
Attika er ein nýggjur og orkufullur rokkbólkur við fýra ungum harrum úr Klaksvík.
Teir eru partur av Listarok og løgdu frá landi í februar 2023.
Við spæligleði og einum breiðum tónleikaspanni, spæla teir alt frá harðan til melodiøsan rokk.
Attika er rokkur við ráari orku og Klaksvíks ágrýtni.
Ravsøgn – Føroyskt Lo-Fi við mytologiskum ljóði
Við einum dreymakendum ljóðuniversi, so sameinir RAVSØGN føroyskar sagnir við ravmagn, mytologi við elektronisk ljóð, og gerandisdag við ævintýr.
Navnið sigur alt: RAVSØGN er ravmagn og søgn samansett. Talan er um tónleik, sum bjóðar tær á eina ferð, har fortíð og nútíð hittast í einum hugnaligum, melankolskum Lo-Fi-ljóði.
Bólkurin er fyri allar sálir, sum dáma Lo-Fi, og sum leita eftir tónleiki, ið fangar kensluna av at vera bæði í núinum og í eini søgn.