Tónaskald í útlegd: Nýggj útvarpssending um Regin Dahl

Tónaskald í útlegd: Nýggj útvarpssending um Regin Dahl
Í sendingini spæla Knút Háberg Eysturstein og Uni Arge løg hjá tónaskaldinum Regini Dahl
 
19.04.2025 - 10:00

Regin Dahl varð føddur í 1918 og doyði í 2007. Hann vaks upp í Sandagerði og fór í 1934 niður á Sorø Akademi at taka studentsprógv, sum hann fekk í 1937. Hetta sama árið gav hann út sítt fyrsta yrkingasavn, og longu tá var hann farin at skriva løg.

Regin Dahl skrivaði hundraðtals løg til føroyskar, norðurlendskar, týskar, latínskar og enskar yrkingar, og í fleiri umførum í 1970unum vórðu hesi løgini tikin upp. Upptøkurnar eru savnaðar á útgávuni, sum nevnist Atlantsløg frá 1997. Í 2019 kom út bókin "Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin" eftir Knút Háberg Eysturstein. 

Við síni stóru vitan leiðir Knút okkum ígjøgnum lagasmíðið hjá Regini Dahl, serliga til yrkingar hjá Hans Andriasi og Janusi Djurhuus, Jóannesi Patursson og Jákupi Dahl.

Í tveimum pørtum hoyra vit Regin sjálvan og ymisk onnur syngja kendar og minni kendar sangir, sum Regin eigur løgini til.


Hvat: Tónaskald í útlegd
Nær: 1. og 2. páskadag klokkan 13.10
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791