Regin reið á fólkatónleikarabylgjuni frá sekstiárunum

Regin reið á fólkatónleikarabylgjuni frá sekstiárunum
Ung lesandi í Keypmannahavn gjørdu Regin Dahl viðkomandi sum liður í folk-revival-røsluni í sektiárunum, staðfestir Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur
Mynd: Hans Christophersen  
 
20.04.2025 - 08:00

Yrkjarin og tónasmiðurin Regin Dahl fyllir nógv í lívinum hjá Knút Háberg Eysturstein, tónleikara, tónleikafrøðingi og PhD-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.  

Knút Háberg Eysturstein skrivaði um Regin Dahl í sínum spesiali á tónleikavísindi á lærdaháskúlanum í Keypmannahavn, og spesialið gjørdist hornasteinurin undir bókini "Heimurin, ið hvarv" um Regin Dahl. 

Hoyr eisini: Vágskálin: Bókin um Regin Dahl er ein tónleikasøguligur varði

Páskadag og annan páskadag klokkan 13.10 verður stuttrøð í tveimum pørtum um Regin Dahl send í útvarpinum, har Knút Háberg Eysturstein og Uni Arge tosa um og spæla løg hjá tónaskaldinum Regini Dahl.

 

Fyrsta ættarlið av føroyskum sangtónaskøldum

Á sínum bloggi, Heilabrim, hevur Knút Háberg Eysturstein í 2014 lagt eina grein um Regin Dahl út. Greinin stóð eisini á prenti í Sosialinum 12. desember 2014. 

Regin Dahl varð borin í heim í Sandagerði í Tórshavn 1918, sonur Jákup Dahl, próst, og Mariu, ið var dóttir gitna tónleikalæraran, Bakar Hansen.

Knút Háberg Eysturstein ger vart við, at tónaskaldið, sangarin og yrkjarin Regin Dahl vaks upp í einum landi, ið var merkt av tjóðskaparligu rákunum úr Evropa í 19. øld.

Serliga var tað ítøkiliga samfelagsstøðan, at politiska yvirræðið í Føroyum lá í Danmark, sum var í miðdeplinum.

Regin Dahl var partur av fyrsta ættarliðnum av føroyskum sangtónaskøldum. Av øðrum týdningarmiklum tónaskøldum frá hesum ættarliðnum finna vit Jógvan Waagstein (1879-1949), Petur Alberg (1885-1940) og Hans Jákup Højgaard (1905-1992).

Hóast Regin Dahl er yngri, og eisini partvíst brýtur frá hinum tónleikaliga, so tykist hann á mangan hátt drivin av tí sama grundarlagnum, skrivar Knút Háberg Eysturstein.

 

Sangtónaskøldini og tjóðskaparstrembanin

Sangtónaskøldini komu fram í eini tíð við broytingum, eitt nú orsakað av skiftinum frá eini í høvuðsheitum munnligari tónleikasiðvenju við kvæðum, kingo og øðrum til eina nýliga innflutta instrumentala siðvenju.

Knút Háberg Eysturstein vísir á, at í kjalarvørinum av tjóðskapartilgongdini í seinna helmingi av 18. øld, so fóru føroyingar undir at yrkja á føroyskum. Í fyrstuni vóru nógv útlendsk løg nýtt, tá yrkingarnar skuldu syngjast. Sangtónaskøldini byrjaðu tó at smíða egin løg til føroysku yrkingarnar.

Regin Dahl fekk í stóran mun íblástur frá Jógvani Waagstein, ið hevði týdning fyri hansara tónlistarligu menning. Í ummæli av songbók hjá Waagstein í Dagblaðnum í 1946, so lýsir Regin Dahl hvussu nívdur hann er av, at føroyingar eiga so fá løg, og hvussu hetta fær ein at “…liggja langar nætur óvvekraður og bína móti gráum degningi.”


Knút Háberg Eysturstein (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Endaði í kropsligari og málsligari útlegd

2. veraldarbardagi fekk avgerðandi týdning fyri bæði Føroyar og Regin Dahl. Regin Dahl fór niður á Sorø Akademi at lesa á ungum árum, og tá kríggið brast á, endaði hann í óætlaðari útlegd, tí honum barst ikki at sleppa heim til Føroya.

Tá kríggið var av, hevði hann grundfest eina tilveru í útlegd í Danmark. Her gjørdist hann partur av innara kjarnanum í tíðarritinum Heretica, sum var slóðandi í donskum bókmentum í eitt árabil.

Manningin á Heretica flutti seinni yvir á Gyldendal, har Regin Dahl var settur í starv sum ráðgevi.

"Regin Dahl hevði ikki gerandismálið í Føroyum inni at sær, men konstrueraði og dyrkaði ístaðin sítt egna mál. Útlegdin gjørdist eisini eitt høvuðstema í hansara yrkingum." 

Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur 

 

Hóast Regin Dahl var búsettur í Danmark og var partur av bókmentaumhvørvinum har, helt hann fast við at yrkja á føroyskum sum útlagin yrkjari í Danmark.

Útlegdin gjørdist ein lívlong tilvera í Danmark, og Regin Dahl var eisini málsliga í útlegd, skrivar Knút Háberg Eysturstein.

"Regin Dahl hevði ikki gerandismálið í Føroyum inni at sær, men konstrueraði og dyrkaði ístaðin sítt egna mál. Útlegdin gjørdist eisini eitt høvuðstema í hansara yrkingum."

 

Regin reið á fólkatónleikarabylgjuni

Knút Háberg Eysturstein vísir eisini á, at sum tónaskald, so bleiv Regin Dahl gjørdur viðkomandi av føroyskum lesandi í Mentanargrunni Studentafelagsins í Keypmannahavn.

Hesi tóku stig til umfatandi upptøkur, ið vóru gjørdar í Wifoss Studio á Frederiksberg yvir fimtan dagar frá 1971 til 1977.

Upptøkurnar eru ráar og ólidnar og bera fyrst og fremst brá av skjalfesting. 

Hetta at skjalfesta fólkatónleik var eitt av eyðkennunum í upplívganini av fólkatónleikinum, sum var ein grundarsteinur undir fólkatónleikabylgjuni, ið spratt í USA í sekstiárunum við nøvnum sum eitt nú Pete Seeger, Woody Guthrie, Bob Dylan og øðrum.

 

Dyrkaðu tað gamla og bygdaliga

Knút Háberg Eysturstein skrivar í greinini, at hóast vit mangan seta sekstiárini í samband við ungdómsuppreistur og eina avnoktan av tí gamla, so var fólkatónleikara-rørslan í stóran mun merkt av eini dyrkan av upprunaligu virðunum, har mong ynsktu at fara aftur til tað gamla og bygdaliga.

Hetta rák sæst eisini aftur millum føroysk lesandi í umhvørvinum kring Mentanargrunnin síðst í sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum. Í 1971 útgav grunnurin sjálvnevndu LP’ina hjá Harkaliðnum, har bólkurin tulkar úrvald kvæði, vísur, Waagstein-sangir og annað sum grundtilfar í einum modernaðum fólkatónleikaligum úttrykki, við íblástri frá folk-bylgjuni frá sekstiárunum.

Fyrsta Dahl útgávan á Mentanargrunninum var Lukkurímur og fagnaðarljóð frá 1972, síðani Barnarímur í ‘74, og 4 vísur – úr veitslugávuni í ‘76.

"Hesin diasporiski fólkasangarin, ið heldur fast við sítt móðursmál og syngur sangir úr einum mistum heimi, verður hervið enduruppdagaður og peikar við sínum úttrykki aftur til okkurt upprunaligt, ið er vert at varðveita."

Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur 

 

Trupul at seta í bás

Knút Háberg Eysturstein ger var við, at Regin Dahl er torførur at seta í bás tónlistarliga, tí hann nýtir eitt breitt úrval av tónlistarligum úttrykkum í sínum listabúna. 

Regin Dahl var millum fyrstu sangtónaskøldini í Føroyum, og ein drívmegi hjá honum var at gera føroysk løg til føroyskar yrkingar, við støði í eini tjóðskaparligari sjálvsfatan.

Tó kann staðfestast, at hann verður fataður og móttikin í einum fólkatónleikaligum samanhangi millum føroysk lesandi í Keypmannahavn.

Sostatt kann sigast, at tjóðskapartilgongdin í ártíggjunum aftaná 2. veraldarbardaga, saman við ungdómsuppreistrinum í sekstiárunum, skapa møguleikarnar fyri, at Regin Dahl verður “uppdagaður” sum tónaskald og sangari í útlegd.

"Hesin diasporiski fólkasangarin, ið heldur fast við sítt móðursmál og syngur sangir úr einum mistum heimi, verður hervið enduruppdagaður og peikar við sínum úttrykki aftur til okkurt upprunaligt, ið er vert at varðveita," skrivar Knút Háberg Eysturstein. 

Regin Dahl verður endaliga staðfestur sum eitt slag av undangongumanni fyri føroyskar fólkasangarar við útgávuni av umfatandi bokssettinum Atlantsløg frá 2005, staðfestir Knút Háberg Eysturstein. Á "Atlantsløg" verður Regin Dahl lýstur sum “okkara stóri troubadourur”.

 

Hvat: Tónaskald í útlegd
Nær: 1. og 2. páskadag kl. 13.10
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791