- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarki Hansen sang saman við Bryan Adams

- Hetta var púra spontant, segði Bjarki Hansen, sum, tá morgunsendingin fekk orðið á hann, ikki rættiliga var komin yvir stóru upplivingina, tá hann slapp at syngja saman við kanadisku heimsstjørnuni, Bryan Adams
Ein lurtari lýsti serstøku løtuna soleiðis:
- Meðan Bryan Adams sang fyri eini næstan fullari høll, hugdi hann nakrar ferðir til vinstru og segði okkurt um, at onkur sang við.
Løtu seinni byrjaði hann at spæla innleiðandi tónarnar til Straight from the heart, men fór ikki at syngja. Bryan Adams hugdi aftur til vinstru og segði: - You sing.
Síðani hoyrdist ein framúr góð rødd syngja fyrstu reglu í sanginum.
Tá segði Bryan Adams: - Come up here. Og so kom Bjarki Hansen á pallin.
Sí upptøku frá løtuni niðanfyri: