FMA: Ársins plátur umrøddar í LEITISSTEIN

FMA: Ársins plátur umrøddar í LEITISSTEIN
Fimm plátur eru í uppskoti til at vinna FMA-heiðurin sum ársins útgáva. Tær fimm hava tað í felag, at allar eru umrøddar í sendingini LEITISSTEIN
 
19.03.2025 - 19:00

Fríggjakvøldið 21. mars klokkan 20 verða ársins bestu avrik á føroyska tónleikapallinum heiðrað á árliga Faroese Music Awards-tiltakinum, sum í ár verður í Varpinum í Klaksvík.

Karmarnir fyri tiltakinum eru sera góðir í Varpinum, og tað er útselt til kvøldið, so um 500 fólk fara at uppliva FMA beinleiðis í Varpinum.

FMA er samstarv millum Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya, og tí verður sent beinleiðis frá FMA 2025 í sjónvarpinum, umframt at tiltakið eisini verður stroymt og umrøtt her á heimasíðu Kringvarpsins. 

 

12 heiðurslønir og sjey framførslur

Sjey tónleikabólkar fara at framføra, og 12 heiðurslønir verða handaðar.

Fólk kunnu gleða seg at uppliva Beinir, Tamaru, Marius DC, Lenu Anderssen, Hamradun, Flytifuglar og GØ saman við göwa. 

Rannvá Fossaberg og Jákup Dahl, ið fólk flest kenna frá Góðan morgun Føroyar, vera vertir. 

 

Ársins útgávur í LEITISSTEIN

Størstur spenningur er altíð um, hvør vinnur FMA-heiðurin fyri ársins bestu útgávu. 

Fimm plátur eru tilnevndar til heiðurin: "Ratking" hjá Brimheim, "Enn" hjá Eivør, "Men Guds hond er sterk" hjá Hamferð, "State of the Land" hjá Lenu Anderssen og "Seinferð" hjá Leu Kampmann. 

Felags fyri allar fimm pláturnar er, at tær eru umrøddar í sendingini LEITISSTEIN í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. 

Konseptið er einfalt: Saman við tónlistafólkunum, so verða allir sangirnir á plátuni spældir, meðan tosað verður um sangirnar, plátuna, og annars alt fyrifallandi. 

Allar LEITISSTEIN-sendingarnar kunnu hoyrast á KVF Ljóð. Harumframt var sendingini týskvøldið ognað FMA 2025.

 

>>Hoyr eisini: LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)

 

"Ratking" - Brimheim

 

Í sendingin tosar Helena Heinesen Rebensdorff um yvirskipaða hugskotið við "Ratking", ið varð vald til ársins donsku plátu av tónleikatíðarritinum GAFFA. 

"Heitið á plátuni skuldi vera eitt orð, sum umboða innihaldið á plátuni. Tað skuldi vera ein andsøgn í orðinum. Eg leitaði í bókmentum og á netinum, og so fann eg hetta orðið 'ratking' á Wikipedia, ið er eitt fyribrigdi í náttúruni, har halarnir hjá rottum verða fløktir saman, so rotturnar hanga saman restina av lívinum. Tað helt eg vera so ólekkurt, men samstundis eisini so flott. Eitt fyribrigdi, sum er ólekkurt og kongaligt samstundis. Tað var eisini tað, ið eg ætlaði at fáa fram við plátuni, hesa dualismuna, tað ólekkra og ússaliga móti tí vakra og stórsligna."

 

1662047

 

>>Lurta eftir LEITISSTEIN 19.03.2024 (Brimheim)

 

 

"Enn" - Eivør

 

Plátan "Enn" hjá Eivør bleiv frumspæld í LEITISSTEIN sendingini 11. juni 2024. Útgávan skilmarkar onkursvegna eina heimkomu fyri Eivør, heldur tónlistakvinnan sjálv. 

"Í mun til tær undanfarnu pláturnar, so er hendan plátan meira eksperimenterandi. Hon ferðast rættiliga víða, bæði ljóðliga og hvat viðvíkir stíli. Men har eru eisini nógv elementir í henni, sum knýta løgini saman. Plátan fevnir rættiliga væl um mína tónleikaligu ferð tey seinastu nógvu árini, frá har eg var og til har eg eri komin í dag. Har eitt sindur av tí filmiska, eitt sindur av tí meira beat-borna, og so eitt sindur av klassiskum. Upp á ein máta, so er hendan plátan ein heimkoma fyri meg, har eg knýti nakrar endar saman." 

 

1678968

 

>>Lurta eftirLEITISSTEIN 11.06.2024 (Eivør) 

 

 

"State of the Land" - Lena Anderssen

 

"State of the Land" er fimta heildarúgávan hjá Lenu Anderssen. Lena var gestur í LEITISSTEIN 23. januar 2024, har hon greiddi frá longu tilgongdini at fáa plátuna lidna. 

"Hetta er ein pláta, sum inniheldur 11 sangir, har allir hava eina persónliga søgu, og har vit hava oyst okkara kærleika í tey. Tað hevur verið ein long tilgongd. Upptøkurnar byrjaðu saman við Geoff Emerick í mars 2018, men vit byrjaðu at skriva løgini væl áðrenn tað. Tey, sum ikki vita, hvør Geoff Emerick er, so var hann maðurin, ið stóð fyri upptøkunum av stóru plátunum hjá The Beatles, eitt nú "Sgt. Pepper" og "Revolver". Men tað syrgiliga hendi, at Geoff Emerick doyði í oktober 2018, og so steðgaði tað eitt sindur upp, tí ætlanin var, at hann skuldi arbeiða saman við okkum um at fáa plátuna lidna. Vit tóku so sjálvi um endan, og nú er hon so her." 

 

1649823

 

>>Lurta eftir LEITISSTEIN 23.01.2024 (Lena Anderssen)

 

 

"Men Guðs hond er sterk" - Hamferð

 

Tríggir av limunum í Hamferð, Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein, vóru gestir í Leitisstein 26. mars í 2024, har teir greiddu frá nýggju plátuni "Men Guds hond er sterk". Sangirnir á plátuni viðgera skaðagrindina í Sandvík í 1915, tá 14 menn í bestu árum sjólótust, sum upp á tann mátan líkist plátan teimum undanfarnu Hamferð-plátunum, og tó. 

"Mann kann siga nokk so nógv um hasa plátuna," staðfestir Jón Aldará, sangari. "Eg haldi, at vit breitt kunnu siga, at vit vildu gera okkurt øðrvísi. Tað vilja vit hvørja ferð, hóast tað ikki altíð lukkast. Hesa ferð vildu vit gera nakað, sum minnir um eina samling av styttri sangum, ið koma skjótari til sakina í mun til á "Támsins likam" frá 2018, har sangirnir hava seinan uppbygnað."

"'Támsins likam' var hugsað sum ein symfoni, har øll løgini vóru partur av einari heild," greiðir Theodor Kapnas, gittarleikari, frá.  "Nú kendi eg, at vit høvdu roynt tað. Nú vildu vit gera okkurt øðrvísi. Tekstliga hanga tríggjar tær fyrstu pláturnar eisini saman, og tann søgugongdin endaði við 'Támsins likam". So hetta var eitt gylt høvi at bróta eitt sindur upp av nýggjum."

 

1663396

 

>>Lurta eftir LEITISSTEIN 26.03.2024 (Hamferð) 

 

 

"Seinferð" - Lea Kampmann

 

10. september 2024 var Lea Kampmann gestur í LEITISSTEIN í sambandi við útgávuna av "Seinferð". "Seinferð", ið Lea hevur framleitt í tøttum samstarvi við Teit Lassen, er ein sera persónlig pláta fyri Leu. 

"Eg hevði verið sjúkrameldað við strongd frá Konservatoriinum í eina tíð, og eg hevði tað veruliga ikki gott, tá eg møttist við Teiti. Tað kendist, eins og hjartað hjá mær rann alt ov skjótt, og eg var svimbul allatíðina. Teitur og eg tosaðu nógv um hetta at halda, at mann skal vera skjótari, enn mann í veruleikanum er, bæði í lívinum, men eisini í tónleikinum og tónleikavinnuni. Eg helt allatíðina, at eg mátt skriva skjótari sangir, sum kundu spælast í útvarpinum, men í veruleikanum kenni eg meg best, tá eg siti við mínum spanska gittara og skrivi løg og syngi tey upp á mín stilla máta og í mínari ferð."

 
1695652

 

 

LEITISSTEIN 10.09.2024 (Lea Kampmann)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301