Innfluttu 400.000 tons av gróti og sandi

Innfluttu 400.000 tons av gróti og sandi
Hagstovan hevur kunngjørt, hvussu nógv Føroyar innfluttu frá februar í fjør til januar í ár
Innflutt var fyri 10,1 milliard, tíggju prosent minni enn frá februar 2023 til januar 2024.
 
18.03.2025 - 08:30

Tað skuldi ikki verið neyðugt, vildi onkur sagt, men Føroyar innflyta grót.

Og tað ikki so lítið heldur. 

Vit innflyta nærum 400.000 túsund tons av gróti og sandi, skrivar Hagstovan.

Og innflutningurin er vaksin 72.000 tons, góð 22 prosent. 

Hagstovan hevur kunngjørt, hvussu nógv Føroyar innfluttu frá februar í fjør til januar í ár.

 

 

10 milliardir

Innflutt var fyri 10,1 milliard, tíggju prosent minni enn frá februar 2023 til januar 2024..

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá minni innflutningsvirði á brennievni.

Tað er minkað 203 milliónir krónur.

Nógv minni er innflutt úr Norðuramerika, tí minni heilivágur, og færri teknisk tól og akfør koma úr USA. 

Og skifti er frá ES til Evropa annars, tí nú kemur oljan úr Noregi í staðin fyri úr Niðurlondum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Mikudag 30. apríl
Morgunlestur mikudagur 30.apríl 2025
191013
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114