Skipa stjórn í Týsklandi

Skipa stjórn í Týsklandi
Kristdemokratarnir CDU og javnaðarflokkurin SPD í Týsklandi eru komnir ásamt um at skipa stjórn. Tað skrivar AFP-tíðindastovan.
Komandi týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz
Mynd: Ebrahim Noroozi/AP  
 
09.03.2025 - 14:16

CDU-leiðarin Friedrich Merz, ið verður nýggjur samveldiskanslari, og SPD-leiðarin Lars Klingbeil vátta, at teir skipa stjórnarsamgongu.

Friedrich Merz lovar at herða innflytarapolitikkin og at gera munagóðar íløgur í týsku verjuna.

CDU hevði stóra framgongd á týska valinum fyri tveimum vikum síðani og fekk góð 28 prosent av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823