- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurlagsdagur í Kongshøll
Veðurlagsdagur í Kongshøll
Árligi veðurlagsdagurin er samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.

Veðurlagsdagurin 2025 verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn týsdagin 18. mars
Mynd: Annie Spratt
08.03.2025 - 16:31
Á tiltakinum, sum verður týsdagin 18. mars, verður ljós varpað á altjóða viðurkendar indikatorar, ið kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, sum veðurlagskreppan hevur við sær.
Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit í Føroyum handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar.
Veðurlagsdagurin 2025, sum er í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, er eitt alment og ókeypis tiltak, men neyðugt er at tekna seg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV