- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hedvig stjórnar Barnabata
Hedvig stjórnar Barnabata
- Tað er ein heiður og ein gleði at taka við starvinum sum aðalskrivari hjá Barnabata, sigur Hedvig Jóhansdóttir, sum 1. mars varð sett sum nýggjur aðalskrivari hjá Barnabata.

Nýggi aðalskrivarin hjá Barnabata, Hedvig Johansdóttir
08.03.2025 - 13:10
Nýggi aðalskrivarin hjá Barnabata, Hedvig Johansdóttir, hevur hollar royndir, og hevur hon starvast hjá Dugna seinastu 15 árini, fyrst sum deildarleiðari og síðani sum stjóra.
Hedvig Jóhansdóttir er útbúgvin námsfrøðingur og cand.pæd.psyk. umframt at hon er í holt við sín magistaralestur í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði, sum er eitt evni, hon ætlar at gagnnýta í nýggja sessinum.
Í oktober í fjør fór Djóni Eidesgaard frá sum aðalskrivari í Barnabata, eftir at hava røkt starvið í stívliga 11 ár.
Her kanst tú hoyra samrøðu við Hedvig Jóhansdóttir:
2025-03-08-Hedvig-Johansdottir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV