Varðveita staðarnøvn

Varðveita staðarnøvn
Síðstu tíðina hevur Klaksvíkar kommuna sett nýggj skelti upp í Klaksvík og kommununi annars.
Skeltini vísa á gomul staðarnøvn í Klaksvík.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
09.03.2025 - 10:17

Skeltini eru sett upp eftir tilmæli frá gøtunavnanevndini í kommununi, og vísa tey á gomul staðarnøvn í Klaksvík.

Ætlanin er at halda fram við arbeiðinum at seta fleiri staðanavnaskeltir upp í allari kommununi.

Farið er undir arbeiðið, tí gøtunavnanevndin helt vanda vera fyri, at staðarnøvn í kommununi við tíðini kundu verða gloymd ella brúkt skeivt.

Tí var farið undir at skelta staðarnøvn, sjálvt um hetta annars ikki hevur verið siðvenja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823