Yvirlitstroling eftir botnfiski

Yvirlitstroling eftir botnfiski
Havrannsóknarskipið “Jákup Sverri” er í vikuni farin á seinna túrin av tveimum, tá ið yvirlitstroling eftir botnfiski verður gjørd á landgrunninum um várið.
“Jákup Sverri” ger í hesum døgum yvirlitstroling eftir botnfiski á landgrunninum
Mynd: Havstovan  
 
08.03.2025 - 16:28

Endamálið er at fáa til vega taltilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi og øðrum fiskasløgum.

Talan er um veiðu í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum.

Eisini skal vekt, tal og longdarbýti skrásetast fyri øll fiskasløg, ið verða veidd, og somuleiðis skulu magakanningar gerast av toski, hýsu, upsa, longu og gulllaksi.

Túrurin hjá “Jákup Sverra”, sum byrjaði mikudagin, endar um hálvaaðru viku, mikudagin 19. mars, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766